Privatlívspolitikkur hjá Bergfrost (Dátuverndarkunning)
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Bergfrost at tryggja, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.
1. Vit eru dátuábyrgdari
Bergfrost er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bergfrost:
Bergfrost P/F
Bakkavegur 60
FO-530 Fuglafjørður
Faroe Islands
+298 200750
bokhald@bergfrost.fo
2. Nær viðger Bergfrost persónupplýsingar um teg
Bergfrost viðger persónupplýsingar um teg í samband við at tú ert kundi hjá okkum ella um tú sendir okkum tínar upplýsingar.
Tað kann verða at Bergfrost hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónupplýsingar um teg.
Eisini kann tað verða at tú hevur sent Bergfrost, ein fyrispurning, eina ávísing, eina klagu, ella eina starvsumsókn, o.s.v. sum ger at Bergfrost skal viðgera tað tú sendir inn, hetta ger at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Bergfrost vil veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað neyðugt hjá Bergfrost at viðgera tínar persónupplýsingar
Tað eru fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar. Tað kann verða at taka ímóti og viðgerð av ordrum frá tær. Veita tænastur í samband við eina viðgerð, svara fyrispurningum og senda rokningar osv.
3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð
Tað kunnu sum víst omanfyri verða ymsar persónupplýsingar, sum Bergfrost viðger og heimildargrundarlagið er eisini ymist.
• Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-4 og 6. Heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-8, umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
• Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
4. Sløg av persónupplýsingum
Tá tú keypir eina tænastu kunnu bæði vanligar og viðkvæmar persónupplýsingar verða brúktar.
Vanligu persónupplýsingarnar ið viðgjørdar eru:
• For- og eftirnavn
• Bústað
• Postnummar
• Býur/bygd
• Teldupost
• Telefon
Viðkvæmar persónupplysingar, verða ikki viðgjørdar av okkum.
5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Bergfrost gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari. Men vit nýta í summum førum dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera bókhald, bíleggingarskipanir og goymsla/viðgerð av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum. Tað kunnu eisini verða myndugleikar, sum skulu hava upplýsingar um teg í sambandi við okkara virksemi.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Bergfrost nýtir sum útgangsstøðið ikki veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond).
Um so er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Sum áður nevnt, so heintar Bergfrost tínar persónupplýsingar í sambandi við virksemi hjá okkum og upplýsingarnar koma beinleiðis frá tær.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.
8. Tíðarskeiðið sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Bergfrost hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering
Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.
10. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógina hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1).
10.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
10.2 Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
10.3 Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
10.4 Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at Bergfrost skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
10.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
10.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
10.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
10.8 Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Bergfrost á bokhald@bergfrost.fo
10.9 Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú at Bergfrost ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo
———
Hesin privatlívspolitikkur er seinast dagførdur 6. november 2024.

