Bergfrost hevur, í tættari samskipan við Havsbrún og Framherja, víðkað munandi um sína tunlaskipan í Fuglafirði og fær harvið økt um sín frostgoymslu kapacitet við 10.000 tonsum, umframt at felagið fær nýggja turrgoymslu undir jørð og nýggja garasju til sínar trukkar.
Hartil verður frostgoymslu maskinrúmið, sum í dag stendur uttanfyri, flutt inn í fjallið Borgin, soleiðis at stórt sæð einki sæst til Bergfrost har uttan tríggir portalar inn í fjallið.
Sambært Símin Paula Sivertsen, stjóra í Bergfrost, var verkætlanin í stóran mun planløgd í felagsskapi millum teir tríggjar grannarnar í havnarlagnum í Fuglafirði.
Bergfrost hevði ætlanir um at bora nýggjar tunlar og víðka um sítt øki inni í Borgini, Havsbrún var longu í gongd við umfatandi útbyggingar og hevði somuleiðis ætlanir um at víðka um sínar goymslutunlar, og Framherji hevði tørv á størri atløguplássi til síni fiskiskip.
Feløgini avgjørdu at samstarva um hetta og lótu Articon standa fyri arbeiðinum.
“Hugskotið tók seg upp tá tunlarnir Norður um Fjall vóru liðugtgjørdir,” segði Símin Pauli Sivertsen.
“Hesar verkætlanirnar hava eisini stóran týdning hvør fyri aðra. Vit tosa um tríggjar verkætlanir samstundis, og tað kravdi samskipan.”
Við sínum víðkaðu tunlaskipanum hava Havsbrún og Bergfrost nú hvør sínar 27.000 fermetrar undir jørð. Harvið er spart pláss upp á heilar 54.000 fermetrar í havnarlagnum í Fugafirði.
“Vit kunnu royna at ímynda okkum hvussu tað hevði sæð út í Fuglafirði um tunlarnir ikki vóru,” segði Símin Pauli Sivertsen. “Tunlarnir hava vunnið eina øgiliga rúgvu av plássi og hava eisini gjørt tað møguligt at hava bæði umfatandi og fjølbroytt virksemi í havnarlagnum uttan at tað lutfalsliga fyllir nógv.”
100.000 grótless
Orkunýtsla hevur alla tíðina verið ein ógvuliga týðandi táttur fyri Bergfrost.
“At halda temperaturin í einari frostgoymslu konstantan á minus 23 krevur nógva orku,” staðfesti Símin Pauli Sivertsen. “Men samanborið við aðrar frostgoymslur, ger tann natúrliga bjálvingin vit fáa frá fjallinum at okkara orkunýtsla er umleið ein triðing minni. Ein annar fyrimunur er tann rakstrartrygd sum liggur í at frostið í fjallinum kring tunlarnar heldur kuldanum væl og leingi í sambandi við streymslit.”
Tilfarið sum er grivið úr tunlunum hjá Bergfrost og Havsbrún—alt brúkt til havnabygging nær við tunlarnar—fylti eini 40.000 lastbilatúrar upp á átta kubikkmetrar hvør; tað er heili 320.000 kubikk.
Og fara vit 30 ára aftur, við teimum fyrstu av hesum tunlum íroknaðum, so er tað samlaða grótið sum er komið út so mikið sum 800.000 kubikk, fordeilt yvir 100.000 lastbilatúrar.
Tað krevur eisini nógv tilfar tá havnaútfylling skal gerast í brøttum lendi. Og menningin av Fuglafjarðar Havn hevur eisini verið sera stór yvir fleiri áratíggju, til stóran fyrimun fyri vinnuna á staðnum.
Tær seinastu útbyggingarnar hjá Bergfrost, tá allir snøklar eru komnir upp á pláss, geva felagnum møguleika at bjóða sínum kundum ein samlaðan frostgoymslu kapacitet upp á 35.000 tons. Tað styrkir munandi um kappingarførið hjá felagnum, sum longu frammanundan var størsta frostgoymsla av sínum slag í øllum Norðurhavs økinum.
Tá tað kemur til turrgoymslu, fer Bergfrost nú at kunna bjóða 5.000 fermetrar av væl vardum goymsluplássi undir jørð, hildið í røttum temperaturi við orkusparandi ‘reverse cycle’ hitaskipan.
“Vit fáa fitt av fyrispurningum frá bæði føroyskum og útlendskum skipum,” segði Símin Pauli Sivertsen. “Alt bendir á at eftirspurningurin á okkara frostgoymslu verður verandi høgur hóast tíðarnar eru ótryggar nógva staðni. Hvat viðvíkur okkara komandi turrgoymslu, so hava vit eisini ábendingar um at stórur tørvur er á henni.”
Tann nýggja trukkagarasjan fer eisini at betra um raksturin, gera arbeiðið smidligari hjá trukkførarum og minka um tørvin á viðlíkahaldi og umvælingum av trukkunum hjá Bergfrost.
“Vit eru ógvuliga glað fyri hesa loysnina. Trukkarnir arbeiða fyri tað mesta inni í tunlunum, so tað gevur meining at teir hava støð undir sama taki har, heldur enn at skula koyrast aftur og fram millum skrivstovubygningin og tunlarnar og verða útsettir fyri veður og vind dag og dagliga. Við at hava støð inni í tunlaskipanini fara trukkarnir bara út í sambandi við havnavirksemi so sum avskiping og lossing.”

