Jun 20

Nógv at vinna: Minni enn 10.000 av 320.000 tonsum ið russisk skip lossa koma upp á land

Munandi meira kann fáast burtur úr at veita tænastur til russisk fiskiskip í føroyskum havnum. Tey seinastu níggju árini hava russisk skip í Føroyum í miðal umlastað 319.500 tons um árið av frystum uppsjóvarfiski, men lítið og einki av hesum kemur upp á land í føroyskar frostgoymslur. 

Tað vísir ein uppgerð sum stjórin á Bergfrost, Símin Pauli Sivertsen, hevur lagt fram við støði í almennum hagtølum og innanhýsis upplýsingum úr vinnuni. Skipini fiska árliga umleið 100.000 tons av uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi og restina í altjóða sjógvi uttan fyri tað føroyska 200-fjórðinga sjómarkið.

Tilsamans umfata nærum 97 prosent av hesum umlastingar- og landingarvirksemi lossing millum skip, meðan einans stívliga trý ps. umfata lossing í land, vísir framløgan “Russisk skip í føroyskum havnum”.

Frostgoymslurnar í Føroyum hava tilsamans sambært Símin Paula Sivertsen alt ov lágan goymslukapacitet til at kunna handfara tær stóru nøgdir talan er um hjá teimum russisku skipunum.

‘Alla tíðina fyrispurningar’

“Orsøkin til at skipini lossa so lítlan part í land er at tann samlaða goymsluorkan á føroyskum frostgoymslum er ov lítil,” viðmerkti stjórin á Bergfrost. “Vit hava heilt einfalt ikki nóg stórt lagurpláss til teirra eftirspurning.” 

Alt bendir á at her kunnu liggja stórir møguleikar í at menna og útbyggja ta føroysku flutnings- og goymsluvinnuna. 

“Vit fáa alla tíðina fyrispurningar frá russarum um at lossa teirra skip,” segði Símin Pauli Sivertsen. “So tað liggur eitt stórt potentiali í russiskum skipum í føroyskum havnum, sum vit kundu fingið rættiliga nógv meira burturúr. Har er ein heilur hópur at fara eftir, um vit vilja menna hendan partin av tí maritima geiranum.”

234.000 til 373.000 tons

Tíðarskeiðið við nevndu hagtølum strekkir seg frá og við 2014 til og við 2022, og fiskasløgini eru svartkjaftur, makrelur og sild. Kongafiskur og “onnur fiskasløg” eru eisini listað men umboða munandi smærri nøgdir, hóast fitt var av lodnu okkurt ár. 

Virksemið var sum mest í 2017, tá 373.471 tons av frystum vórðu umlastað og landað, harav 371.721 vórðu lossað millum skip og smá 750 tons lossað í land. 

Eitt annað lutfalsliga virkið ár var 2019, sum sá 350.714 tons umlastað, harav alt millum skip og einki í land. Eitt líknandi ár var 2018, tá 346.986 tons vórðu umlastað burturav millum skip. 

Tað árið hvar ið minst av hesum virksemi fyrifórst var 2014, tá 250.901 tons vórðu flutt, harav 233.777 umlastað millum skip og 17.123 komu upp á land. Tað næst-minst virkna árið var í fjør, tá  virksemið tilsamans fevndi um 279.406 tons, harav 252.076 vórðu umskipað og 27.230 lossað í land.

Lutfallið í nøgd millum fiskasløgini er umleið tað sama fyri heildina sum fyri tað umskipaða og, í flestu førum, eisini fyri tað landaða; í tí landaða er tó lutfallið størri av serliga sild men eisini nakað fyri onnur fiskasløg.

Svartkjaftur umboðar nærum 46 prosent av tí samlaða fiskinum, smá 45 ps. av tí umskipaða og upp ímóti 39 ps. av tí landaða. Makrelur er ein triðingur av tí samlaða, góð 32 ps. av tí umskipaða og ein góður fjórðingur av tí landaða. Sildin stendur fyri yvir 18 ps. av tí samlaða, beint undir 18 ps. av tí umskipaða og so mikið sum gott og væl einum fjórðingi av tí landaða. Kongafiskurin liggur beint undir eitt ps. av tí samlaða, somuleiðis av tí umskipaða og beint yvir eitt ps. av tí landaða. Fyri onnur fiskasløg er parturin stívliga eitt ps. av tí samlaða, eitt ps. av tí umlastaða og gott og væl seks ps. av tí landaða. Eitt ár sum týðiliga breyt frá miðaltølunum fyri onnur fiskasløg var 2018, tá umleið 24.000 tons av hesum, harav meginparturin lodna, vórðu umskipað tó uttan at nakað av tí varð lossað í land.