Mar 19

Vitjan á Springfield Underground í Missouri, USA

Tað tók ikki leingi frá tí at Símin Pauli Sivertsen, stjóri á Bergfrost, gjørdist varugur við risastóru vørugoymslu komplexið Springfield Underground—til hann, saman við tveimum medarbeiðarum, avgjørdi at fara yvir til Missouri í USA at hyggja nærri.

Missouri liggur í Midwest økinum og hevur sum vera man onga beinleiðis atgongd til sjógvin. Kontrasturin við Føroyar kann í so máta neyvan gerast størri, og frástøðan millum Føroyar og Missouri er umleið sum hálva jørðina runt. Og tó—Springfield Underground og Bergfrost hava eitt og annað til felags við tunlum og goymslu av matvørum fyri ídnaðarkundar.

Har var okkurt serligt við fyritøkuni í Springfield í Missouri sum gjørdi Símin Paula forvitnan. “Hetta sá hugtakandi út og eg kendi at tað kundi verið av áhuga fyri okkum so ella so,” minnist Símin Pauli. “Vit fingu samband við tey, og tey vóru bæði fryntlig og fyrikomandi, og áðrenn vit vistu av sótu vit í flogfari á veg yvir at vitja.”

ĺ Bergfrost ferðabólkinum saman við Símin Paula vóru eisini rakstrarleiðarin John K. Simonsen og goymslumaðurin Bárur Andreasen. Teir komu til Missouri fyrst í juni 2022, og vórðu móttiknir sum serligir gestir úr fjarskotnum landi og vístir runt í tí risastóra Springfield Underground goymslu anlegginum og sluppu at hitta leiðandi starvsfólk og eigarar.

Springfield Underground er eitt dóttirfelag hjá Erlen Group, ein familjufyritøka við heimstað í Springfield.

“Vit blivu púra ovfarnir av hvussu stórt hetta anleggið hjá teimum er og av øllum logistikkinum og hvussu umfatandi virksemið er,” sigur Símin Pauli. “Bara sum eitt dømi, tann dagin vit komu har høvdu tey eini 120 milliónir fesk egg í tí einu høllini, øll sjálvandi nýliga komin inn og á veg út aftur longu innan fáar dagar; tey hava bert eina 7-daga livitíð á handilshillunum. Eg havi aldri í lívinum sæð so nógv egg; tað hevði svarað til eini 2.400 egg fyri hvønn einasta íbúgva í Føroyum.”

Og egg er bert eitt dømi av mongum; eitt nú er tað væl kent har á leiðunum at mongdirnar av ostum í kølitunlunum har eru øgiligar.

“Vit vóru glaðir fyri at hitta leiðandi fólk í Erlen Group,” leggur Símin Pauli afturat. “Vit hava hópin av felags áhugamálum, og amerikanararnir vóru imponeraðir tá vit greiddu frá og høvdu eina framløgu um okkara frostgoymslu, hóast tað at okkara anlegg er munandi minni samanborið við teirra.”

‘Nógv at tosa um’

Eitt vítt umfang av góðsi og vørum íroknað alskyns matvørur liggja til eina og hvørja tíð á goymlu inni hjá Springfield Underground. Komplexið, sum upprunaliga var eitt grótbrot frá 1950unum, hevur verið í vinnu í meira enn 50 ár. Staðið umfatar næstan 300.000 fermetrar av plássi til leigu, spreitt yvir eina røð av stórum sektiónum og hallum undir jørð. Temperatururin í køli- og frystigoymslunum liggur úr minus 29 til pluss 13 stig Celsius.

Anleggið hevur næstan 5 kilometrar av upplýstum vegi til lastbilar og umleið 3,8 km av jarnbreyt uttan fyri tunlarnar umframt 1,1 km jarnbreyt inni í tunlunum og ikki færri enn 11 steðgipláss fyri góðstok.

So mikið sum 400 lastbilar um dagin vitja anleggið. Tvær umlastingarparkir fyri trailarar og 224 terminalhurðar til lastbilar og trailarar eru við til at gera tað smidligt fyri vøruflutning inn og úr tunlunum. Springfield Underground liggur mitt í hjartanum av teimum stóru flutningsleiðunum upp og niður og tvørtur um alt USA—anleggið liggur beint við motorvegirnar Interstate 44 and US-65 umframt høvuðslinjuna hjá BNSF Railway tokunum.

“Tað var bæði upplýsandi og læruríkt at síggja hvussu tey arbeiða og hvussu teirra virksemi er lagt til rættis, og hvussu teirra virðisketa hongur saman,” sigur Símin Pauli víðari.

Eitt av systirfeløgunum hjá Springfield Underground er ein almenn goymslutænasta fyri matvørur, við meira enn 283.000 kubikkmetrum av goymsluplássi 30 metrar undir jørð. Eitt annað av teirra feløgum er BNSF-góðkendur umlastingarfasilitetur ið eisini kann veita turr-, køli- og frostgoymslu á staðnum. Eitt annað systirfelag fæst við at menna og byggja ídnaðarparkir aðrastaðni enn í tunlunum, við fokus á framleiðslu, goymslu, triðjaparts logistikkveitarar og e-handil.

Kjarnin í vinnuvirkseminum hjá Erlen Group er í grundini fastognir, men alt byrjaði við útvinning av kálksteini í 1955. Eitt av tveimum grótvirkjum veitir byggiídnaðinum og landbúnaðinum í býnum Joplin og har um leiðir vørur úr kálksteini. Hitt grótvirkið hevur líknandi virksemi í Springfield og har um leiðir.

“Hetta er eitt áhugavert vinnuhugtak,” heldur Símin Pauli. “Fyrst útvinna tey grótið, so framleiða tey vørur úr tí, so sum kálksteinar og kálkskerv ið tey selja til byggimarknaðin og til landbúnaðarmarknaðin, og síðan brúka tey tunlarnar frá lidnum útgrevstrum til at byggja stór goymsluanlegg og vøruhotell, og leggja so fleiri ídnaðartænastur afturat.”

Símin Pauli sigur seg vóna at síggja umboð fyri Erlen Group í Føroyum áðrenn langt um líður. “Eg haldi vit hava nógv at tosa um.”