Tann nýggi frystitrolarin hjá Framherja, Akraberg, landaði sína veiði fyri fyrstu ferð tann 19. august, tá hann legði upp 870 tons av kruvdum og avhøvdaðum frystum botnfiski til Bergfrost. Arbeiðið at leggja upp vøruna gekk væl, sambært frostgoymsluna í Fuglafirði.
“Hetta er eitt sera framkomið skip,” segði Símin Pauli Sivertsen, stjóri á Bergfrost. “Umstøðurnar í sambandi við lossing og annað eru sum vera man betraðar samanborið við gamla Akraberg, og tað er eisini við til at gera arbeiðið smidligari fyri okkum. Vøran stóð longu frá byrjan á plattum í frystilastini, og tað gekk væl og skjótt at fáa alt á kaiina og haðani inn á frostgoymsluna. Plattabúrið sum nýggi Akraberg hevur til lossingina gjørdi eisini arbeiðið enn tryggari í mun til fyrr.”
Frystilastin á Akraberg tekur umleið 1000 tons av kruvdum og heysaðum fiski. Harumframt eru súrløgutangar ið kunnu fáa til høldar 550m3 av avskurði til víðari framleiðslu á landi.
Akraberg fór avstað aftur til fiskiskap aftaná at hava lagt upp veiðina frá sínum fyrsta túri og gjørt ymiskar stillingar av útgerð. Trolarin kom á fiskileið í Barentshavinum fyrstu viku í september. Manningin telur tilsamans 23 íroknað skipara.
Roknað verður við tveimum landingum afturat í ár.
“Fyri okkum ber illa til í løtuni at siga nakað um nær ið skipið kann væntast aftur at sigla heim,” viðmerkti Símin Pauli Sivertsen. “Men eg vildi mett at tað verður tað til tvær lastir afturat hetta árið.”
Lýkur Silent F
Akraberg varð latin reiðarínum tann 1. juli og er tann fyrsti av trimum nýggjum frystitrolarunum ið verða leveraðir til Føroyar í ár og næsta ár. Hinir báðir frystitrolararnir, Gadus og Emerald, standa í løtuni í gerð á skipasmiðju í Turkalandi og verða sambært upplýsingar væntandi lidnir í ár og ella næsta ár.
Samstundis er Akraberg fyrsti nýbygningur hjá Framherja og eisini fyrsti nýbygdi trolari skrásettur í Fuglafirði síðan 1977. Áhugin millum fólk var stórur tá skipið kom inn á Fuglafjørð á fyrsta sinni tann 18. august, og hundraðtals gestir savnaðust á kaiini og fóru eisini umborð at skoða ta stásiligu skútuna.
“Eitt av teimum mest framkomnu verksmiðjuskipum sum til eru,” kallaði fiskivinnumiðilin Hook & Net tann 84 metrar langa og 16,70m breiða trolaran. Akraberg “hevur eitt hav av tøknifrøði innbygt í sínum framkomnu skipanum at handfara veiði eftir bæði botnfiski og rækjum. Har íroknað eru tangar til livandi fisk fyri at halda veiðini í besta standi áðrenn viðgerð á framleiðslu dekkinum, ið klárar 100 tons um dagin og er útgjørt … við einum setti av tólv … vertikalum frystarum.”
Hetta er ein tann fyrsti hekkutrolarin sum er útgjørdur við SeaQ Energy Storage System, ein battarískipan ið kann løðast við orku frá teimum føstu magnetspølunum, og hetta er tillagað at virka saman við SeaQ Power Management System, ið er ein skipan fyri integratión millum tann hybrida diesel-elektriska framdráttin og 316kW/h battarípakkan. Øll deksútgerðin umborð hevur elektriskar skipanir. Høvuðsmaskinan hevur 6437 hestakreftir (4800 kW) og ein 2400 hk (1790 kW) hjálparmotor fyri reduktións gearkassan og haðani til ta 4000mm diametur stóru skrúvuna við maximum megi upp á 7644 hk (5700 kW).
Ein skipan fyri endurnýtslu av hita økir enn meira um effektivitetin, meðan framdráttarskipanin í sínari heild er í samsvar við tey strongu DNV-GL Silent F krøvini um ljóð.