Apr 01

Útlendsk skip umskipa árliga 370.000 tons av frystum fiskavørum í føroyskum havnum

ĺ fjør lossaðu útlendsk skip tilsamans 370.000 tons av frystum uppsjóvarfiski og øðrum fiskavørum ímillum sín í Runavík, Klaksvík, Kollafirði og Fuglafirði, og 15 prosent av hesum komu upp á land. Hetta er umleið somu samlaðu nøgdir sum undanfarin ár, nevniliga 362.000 tons í 2020 og 368.000 tons í 2019.

Hagtølini fyri 2021 vísa at russisk, grønlendsk og onnur útlendsk skip umskipaðu í føroyskum havnum tilsamans umleið 370.000 tons av frystum makreli, sild, svartkjafti og botnfiski.  Meginparturin av frostvøruni, 313.000 tons, varð lossaður millum skip, meðan 57.500 tons komu upp á land, fyrst og fremst inn á frostgoymslurnar í Klaksvík og Kollafirði; nógv tann størsta frostgoymslan, Bergfrost í Fuglafirði, tók ímóti munandi minni av fiskavørum frá útlendskum skipum í 2021. 

Kollafjørður tók ímóti stívliga 29.000 tonsum av frystum, serliga makreli og botnfiski. Frostgoymslan í Klaksvík tók ímóti umleið 26.600 tonsum av serliga sild og makreli umframt nakað av svartkjafti. ĺ Fuglafirði umboðaði svartkjaftur mestsum alt av teimum knapt 1.300 tonsunum av frystum sum kom upp á land har frá útlendskum skipum. 

Tilsamans fyri tær tríggjar frostgoymslurnar umboðaði makrelurin eina góða helvt, botnfiskur og sild hvør sín lítla fjórðing, og svartkjaftur umleið fimm prosent.

Tey útlendsku skipini sum lótu fisk inn á frostgoymslurnar vóru fyri størsta partin russisk og grønlendsk. Tey sum lossaðu ímillum sín vóru mestsum burturav russisk.