the cold store in The Faroe Islands
         
 english
 
 
  heim
  um okkum
virksemi
  bip-støð
  kapasitetur
  havnaøkið
  starvsfólk og bygnaður
  samband
  myndasavn
 
 

Virksemi

Føroyar liggja miðskeiðis í Norðuratlantshavi. Skip úr øllum grannalondunum fiska um okkara leiðir, og tí er lætt og ómakaleyst hjá teimum at leggja at og skipa upp í Fuglafirði. Bergfrost lýkur øll krøv, ið vera sett til eina nútímans frystigoymslu.

Bergfrost bjóðar seg fram at upp- og avskipa farm og at tøma ella fylla bingjur og lastbilar. Bergfrost tekur sær eisini av pappírsgongdini og avgreiðir heilsuskjøl, farmapappír, proformapappír og onnur pappír, sum fylgja við einari sending.

Bergfrost hevur útvegað sær eina nýggja goymslustýring, sum byggir á, at hvør plattur er frámerktur við síni strikukotu og fær egnan identitet. Tað gevur kundanum trygd fyri, at virkið altíð hevur tamarhald á vøruni.

Knýtt at skipanini er ein internet loysn, sum gevur kundanum møguleika, at síggja goymsluna úr øllum heiminum. Síggjast kann status og ymiskur historikkur í samband við upp og avskiping.


Fuglafjørður er ein náttúrligur savningardepil við góðum sambandi til høvuðshavnirnar í Runavík og Tórshavn. Í økinum, har Bergfrost heldur til, eru nógvar aðrar tænastur, sum skipini kunnu gera sær dælt av, og tí eru vit eitt náttúrligt val hjá skipum, sum fiska í Norðurhøvum.


 
 
 
  kunda login